Skriva út
Lagt út: 19.04.2021

Cluster 5 - Veðurlag, orka og flytføri

- Climate, Energy and Mobility

Yvirskipaða málið við Cluster 5 er at seta ferð á grøna og talgilda skiftið eins og atknýttu umskiftini í okkara búskapi, ídnaði og samfelagi við kós ímóti veðurlagsnevtraliteti í Evropa innan 2050. Hetta fevnir um skiftið til vakstrarhúsgass-nevtralitet í orku- og flutningsgeirunum innan 2050 (eins og øðrum geirum, sum fella undir onnur Clusters) og økt kappingarføri, mótstøðuføri og samfelagsgagn av hesum geirum fyri borgarar og samfelagið sum heild.

Cluster 5 miðar eftir øllum fýra strategisku aðalmálunum (KSOs) fyri gransking og nýskapan, sum Horizon Europe hevur sett sær fyri til tíðarskeiðið 2021-2024. Hesi eru:

• At virka fyri einum opnum strategiskum sjálvbjargni gjøgnum menning av nýggjari, talgildari, íverksetandi tøkni, sektorum og virðisketum;
• At endurnýggja vistskipanir og lívmargfeldi í Evropa og umsita náttúrutilfeingi á burðardyggan hátt;
• At gera Evropa til heimsins fyrsta veðurlagsnevtrala og burðardygga ringbúskap;
• At skapa eitt mótstøðuført, fevnandi og fólkaræðisligt evropeiskt samfelag.

Umsóknir til Cluster 5 kunnu sendast til seks ymiskar undirbólkar (destinations):

1) Climate science and responses for the transformation towards climate neutrality:
Umskifti til eitt veðurlagsnevtralt og mótstøðuført samfelag og búskap gjøgnum framkomin veðurlagsvísindi, tillaging og tilbúgving til veðurlagsbroytingar og atburðarbroytingar.

2) Cross-sectoral solutions for the climate transition:
Reint og burðardygt skifti í orku- og flutningsgeirunum við kós ímóti veðurlagsnevtraliteti gjøgnum nýskapandi tvørgangandi loysnir.

3) Sustainable, secure and competitive energy supply:
Munadyggari, reinari, burðardyggari, tryggari og kappingarførari orkuveiting gjøgnum nýggjar loysnir til snildnet og orkuskipanir grundaðar á álítandi varandi orkuloysnir.

4) Efficient, sustainable and inclusive energy use:
Muna- og burðardygg orkunýtsla, ið er tøk fyri øll, skal tryggjast gjøgnum reina orkuskipan og eitt rættvíst umskifti.

5) Clean and competitive solutions for all transport modes:
Við kós ímóti veðurlagsnevtralum og umhvørvisvinaligum flytføri gjøgnum reinar loysnir til allan flutning, samstundis sum altjóða kappingarførið innan flutningsgeiran hjá ES verður styrkt.

6) Safe Resilient Transport and Smart Mobility services for passengers and goods:
Tryggar, lættar, snildar, fevnandi, mótstøðuførar, veðurlagsnevtralar og burðardyggar flutningsskipanir til fólk og vørur gjøgnum brúkaravinaliga tøkni og tænastur, herundir talgilda tøkni og framkomnar fylgisveinastýrisskipanir.

Arbeiðsskráin (work programme 2021-2022) liggur her

Les meira um økini og politikkir her

Framløga um Cluster 5 liggur her

Mynd: Umhvørvisstovan

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.