Skriva út
Lagt út: 19.04.2021

Cluster 3 - Borgaratrygd

- Civil Security for Society

Cluster 3 skal vera liður í at fremja politisku raðfestingarnar hjá ES ísv. trygd, herundir nettrygd, vanlukkufyribyrging og mótstøðuføri. Harumframt verður bygt á royndir frá COVID-19 kreppuni viðvíkjandi fyribyrging, avmarking, fyrireiking og førleikamenning ísv. kreppur. Ítøkiligu politisku raðfestingarnar, ið miðað verður eftir at fremja, eru:

Promoting the European way of life;
European Green Deal; og
• Europe fit for the digital age

Herundir verður serligur dentur lagdur á:

• Security Union Strategy;
• Counter-Terrorism Agenda;
• New Pact on Migration and Asylum (hvat marknaeftirliti og trygd viðvíkur);
• EU Disaster Risk Reduction policies;
• EU Climate Adaption Strategy;
• EU Maritime Security Strategy; og
• EU Cybersecurity Strategy

Cluster 3 skal eftir ætlan raka trý sonevnd impact areas:

1) Eitt mótsøðuført ES fyrireikað til komandi hóttanir
2) Eitt trygt, opið og fólkaræðisligt ES-samfelag
3) Trygga og nettryggjaða tilgilda tøkni

Umsóknir til Cluster 3 kunnu sendast til seks ymiskar undirbólkar (destinations):

1) Better protect the EU and its citizens against Crime and Terrorism:
Stinnari fyribyrging, fyrireiking og svar, betri fatan av viðkomandi menniskjasligum, samfelagsligum og tøkniligum viðurskiftum, og nýggjastu førleikamenning til løgreglu, herundir tiltøk ímóti netlógarbrotum.

2) Effective management of EU external borders:
Betri marknaeftirlit í luftini, á landi og sjógvi, og trygd á sjónum, herundir betri vitan um sosial viðurskifti.

3) Resilient infrastructure:
Stinnari fyribyrging, fyrireiking og svar, betri fatan av viðkomandi menniskjasligum, samfelagsligum og tøkniligum viðurskiftum, og nýggjastu førleikamenning til tey, ið arbeiða við undirstøðukervi.

4) Increased Cybersecurity:
Menna og gagnnýta førleikar í ES og tess limalondum innan tilgilda tøkni til dátuvernd, og netverk, ið stremba eftir tøkniligum yvrivaldi á økinum, tó við virðing fyri privatlívi og øðrum grundleggjandi rættindum; tað skal vera við til at tryggja tænastur, tilgongdir og vørur, eins og tað skal styrkja talgilda undirstøðukervið, so tað kann standa ímóti netálopum og hybrid-hóttanum.

5) A Disaster-Resilient Society for Europe:
Styrkt vanlukkufyribyrging grundað á fyribyrgjandi tiltøk, betri samfelagsliga fyrireiking og mótstøðuføri og betri vanlukkufyribyrging á ein skipaðan hátt.

6) SSRI (Strengthened Security Research and Innovation):
Skapa vitan og virði tvørtur um sektor-mørk og slóða fyri skjótum felags trygdarloysnum; styrkja gransking og nýskapan fyri at seta meira ferð á menningina av trygdarførleikum; stuðla nýskpanartilgongdum og strategium fyri at koma á marknaðin og soleiðis økja ídnaðin, marknaðarføring, tillaging og nýtslu av úrslitum frá gransking, umframt at styrkja kappingarførið hjá trygdarvinnuni í ES.

Arbeiðsskráin (work programme 2021-2022) liggur her

Les meira um økini og politikkir her

Framløga um Cluster 3 liggur her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.