Skriva út
Lagt út: 08.11.2021

Granskingarinfrakervi - Research Infrastructure

Granskingarinfrakervi er felagsheiti fyri ymsa útgerð, mátitól, dátugrunnar, royndarstovur, royndarhentleikar og- støð, stórar teldur og onnur amboð og hentleikar, sum eru neyðugir fyri at kunna granska og finna fram nýggja vitan.

Hetta er partur av granskingini, sum stórt fokus er á í hesum døgum. Í nógvum førum eru kostnaðirnir fyri granskingarinfrakervi so stórir, at tað er neyðugt at gera nationalar og millumtjóða íløgur, heldur enn stovnsíløgur. Nógv av hesum eru eisini hentleikar, sum verða brúktir av fleiri stovnum og londum í samstarvi.

Flestu lond hava ætlanir - Roadmaps - fyri granskingarinfrakervi í landinum. Tað verða settar játtanir av til íløgur á hvørjum ári í granskingarinfrakervi, umframt til granskingarverkætlanir sum eru fíggjaðar umvegis kappingarpuljur og til stovnsvirksemi.

Í Horizon Europe eru fleiri møguleikar at søkja stuðul til granskinagrinfrakervi. Kunning um hetta er á Funding & Tenders portalinum

Føroyar luttaka í onkrum evropiskum samstørvum um granskingarinfrakervi, m.a. InterAct og EuroFleets +

Neyvari lýsing og kunning um evropiskt granskinagrinfrakervi sæst her