Skriva út
Lagt út: 11.03.2021

Marie S. Curie Actions - flytføri

Skipanin við flytføri millum lond verður ógvuliga meinlík henni í Horizon 2020. Skipanin nevnist Marie Sklodowska-Curie Actions, MSCA. 

Meginreglan er, at granskarin flytur millum lond í eitt tíðarskeið og fær nýggjar royndir, sum eru viðkomandi fyri yrkisleiðina sum granskari. 

Stórur dentur verður lagdur á tríduplu i'ini: International, Intersectoral og Interdisciplinary. 

Tað verða 5 økir í MSCA

1. MSCA Doctoral Networks - netverk, sum útbúgva ph.d. kandidatar

2. MSCA Postdoctoral Fellowships - fyri granskarar, sum hava ph.d. 

3. MSCA Staff Exchanges - fyri starvsfólk í størvum, sum hava samband við gransking

4. MSCA Cofund - útbúgvingarskráir, sum verða fíggjaðar bæði úr Horizon og úr heimlandinum

5. MSCA and Citizens - tiltøk, sum miðla gransking. Fyrr Researchers Night ella Vísindavøka.

Útboðini síggjast á Funding & Tenders portalinum 

ES hevur gjørt spurnakanning millum tey, sum hava flutt millum lond við stuðli úr Horizon 2020, MSCA. Kanningin kann lesast her

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.