Skriva út
Lagt út: 25.02.2021

Horizon Europe skipanin líkist skipanini í Horizon 2020. 

Útboðini verða almannakunngjørd á Funding & Tenders Portal. Minst til at velja Horizon Europe, áðrenn leitað verður eftir útboði. 

Arbeiðsskráirnar ella Work Programmes fevna um tvey fylgjandi ár. Tær fyrstu skráirnar við útboðum eru ERC og EIC. 

Tá ið útboðið er latið upp, ber til at byrja at skriva umsókn í "submission service". Útboðið hevur neyvt ásetta freist fyri innlating av umsókn. Upplýsing um, nær útboð ella Call verður latið upp og nær tað letur aftur/ "submission deadline" stendur ovast á síðuni. 

Eitt viðkomandi skjal, sum er hent at hava við hondina eisini í umsóknartilgondini, er frymilin til avtaluna, sum skal undirskrivast um umsóknin fær  játtað stuðul - Model Grant Agreement

Eru spurningar er Online Manual góð í ráðum.

Les eisini um Horizon skjøl likin á Science Business her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.