Skriva út
Lagt út: 10.01.2022

Talið av kvinnum, ið taka bachelor-, master- og doktaraprógv er vaksið støðugt seinastu árini. Tó eru kvinnur framvegis í minniluta innan granskingar- og nýskapanaryrki. Soleiðis ljóðar ein av høvuðsniðurstøðunum í feskastu “She Figures”-frágreiðingini hjá Evropanevndini.

“She Figures”-frágreiðingin er høvuðskeldan til sambærilig hagtøl viðvíkjandi javnstøðu innan gransking og nýskapan í Evropa. Evropanevndin útgav frágreiðingina á fyrsta sinni í 2003, og síðan er ein nýggj útgáva komin út triðja hvørt ár. Talan er um eina kanning, sum fylgir kvinnuligum og mannligum granskarum frá lestrarbyrjan til próvtøku og víðari gjøgnum luttøku á arbeiðsmarknaðinum sum granskarar, teirra arbeiðsumstøðum og framgongd á yrkisleið, í sessum har avgerðir skulu takast, eins og í teirra avrikum innan gransking og nýskapan.

Hagstovur í øllum ES-limalondum og -atlimalondum útvega hagtøl til dátuinnsavningina. Í nýggjastu frágreiðingini er innsavningin víðkað til at fevna um G-20 londini, og kanningin fer sostatt út um tey 27 limalondini, Stórabretland og atlimalondini og letur upp fyri samanberingum við triðjalond. Hagtøl úr Føroyum eru tíverri ikki tøk enn, og tískil eru Føroyar ikki við í frágreiðingini. Tó so er Granskingarráðið farið undir arbeiðið at savna inn nýggj hagtøl um gransking, menning og nýskapan í Føroyum, og tølini, ið Evropanevndin nýtir til sína javnstøðufrágreiðing, eru uppløgd at taka við í komandi innsavning.

Mariya Gabriel, evropanevndarlimur fyri nýskapan, gransking, mentan, útbúgving og ung, fegnast um ársins frágreiðing: “Nýggjasta She Figures-frágreiðingin undirstrikar avgerandi týdningin, sum kvinnur longu hava fyri evropeiska búskapin, royndarstovur og akademiska umhvørvið. Men hon vísir eisini, at nakað framvegis er eftir á mál til fullkomna javnstøðu. Vit mugu eggja gentum til at fáa sær yrki innan vísind, tøkni, verkfrøði og støddfrøði, tí eingin ivi er um, at Evropa tørvar skapandi evnini hjá kvinnuligum íverksetarum fyri at røkka eini burðardyggari, grønari og talgildari framtíð.”

Í “She Figures”-frágreiðingini fyri 2021 verður lagt fram, at í miðal eru fleiri kvinnur enn menn, ið taka bachelor- og masterprógv (59%), og at tað er nær við at vera javnt millum kynini, hvat doktaraútbúgvingum viðvíkur (48% kvinnur). Tó so er framvegis ójavnvág innan ymsu lærugreinarnar. Til dømis umboða kvinnur framvegis minni enn ein fjórðing av teimum, ið taka prógv innan kunningar- og samskiftistøkni (KST) (22%), meðan tær umboða yvir 60% av teimum, ið taka prógv á heilsu-, umsorganar- og námsøkinum.

Harumframt er bert ein triðingur av øllum granskarum kvinnur (33%). Á hægstu akademisku tindunum eru kvinnur framvegis í minniluta, har tær umboða uml. ein fjórðing av professaraembætunum (26%). Kvinnur hava eisini verri útlit fyri at verða settar í starv sum vísindafólk og verkfrøðingar (41%), og tær eru í minniluta millum vísindafólk, verkfrøðingar og KST-yrkisfólk í fríari vinnu (25%).

“She Figures 2021”-frágreiðingin kann lesast her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.