Skriva út
Lagt út: 10.05.2017

Sosial- og hugvísindi 

Sosial- og hugvísindi er tvørgangandi í Horizon 2020. Evnini, sum eru málrættaði sosial- og hugvísindum, eru at finna Funding & Tenders Portal í SC6 - Europe in a changing world - inclusive, innovative and reflective societies. 

Les eisini skjalið við útboðum fyri árini 2019 og 2020 her

European Alliance for Social Sciences and Humanities

European Alliance for Social Sciences and Humanities (EASSH) er felagsskapur, sum er stovnsettur í Paris í 2015. Endamálið er at savna vísinda netverk, felagsskapir, vísindagreinar og universitet, og at virka fyri gransking í sosial- og hugvísindum sum viðkomandi tilfeingi fyri Evropa og heimin.  

EASSH er bindilið millum granskingarstovnar, myndugleikar o.o. 
EASSH ráðgevur í mun til millumtjóða granskingarmøguleikar og Evropeisku granskingarskráirnar.
EASSH setur ljós á møguleikar, har sum sosialvísindi og hugvísindi kunnu geva íkast til samfelagið.  

Á heimasíðuni eru útgávur, hoyringarsvar og annað viðkomandi tilfar um sosial- og hugvísindi. Vitja heimasíðna her 

net4society

NCP netverkið - net4society - hevur góð ráð um sosial- og hugvísindi á heimasíðuni.