Skriva út
Lagt út: 27.11.2018

SME Instrument fasa 2

Stuðul úr fasu 2 í SME Instrument er treytaður av, at fyritøkan eftir áheitan kemur til Brússel til samrøðu. Samrøðan verður fyriskipað eftir, at umsóknin er mett stuðulsverd. Talan er um eina andlit til andlit samrøðu, har ætlanin við møguliga stuðulinum verður lýstur. Samrøðan er stutt, einans 10 minuttir og eigur at vísa, at fyritøkan megnar at koma á mál við verkætlanini, sum lýst í umsóknini.

NCP netverkið hevur gjørt faldara við góðum ráðum til hesa stuttu samrøðu. Faldarin kann takast niður her

Umsóknin verður skrivað beinleiðis á talgilda umsóknarblaðið á nýggja Funding & Tenders Portal.

NCP netverkið hevur gjørt viðmerkingar til umsóknarblaðið og tann frymilin kann takast niður her.