Skriva út
Lagt út: 15.01.2018

Fyritøkur hava góðar møguleikar í Horizon 2020. 

Smáar og miðalstórar, innovativar fyritøkur, sum miðja ímóti at koma á altjóða marknaðin við sínari framleiðlsu kunnu søkja um stuðul og fígging gjøgnum SME Instrument.

SME Instrument er partur av EIC, European Innovation Council, sum veitir ráðgeving og vegleiðing í allari tilgongdini at fáa framleiðsluna á marknaðin.

Tað eru tríggjar fasur í SME Instrument og ætlanin við skipanini er, at fyritøkan við stuðli úr fyrstu fasuni skal mennast soleiðis, at bæði framleiðsla og fyritøka eru klár at søkja í aðru fasu, har til ber at søkja enn størri stuðulsupphædd. Triðja fasan er fígging til virksemi og eginkapital í fyritøkuni. 

Higartil hava 3 føroyskar fyritøkur fingið stuðul áljóðandi 50.000 evrur fyri umsókn í fyrstu fasuni í SME Instrument. 

Tá ið søkt verður um stuðul, kann tað vera gott at hava vegleiðing um umsóknina og hvussu hon skal skrivast. NCP netverkið, Access4SME, hevur gjørt eina vegleiðing, sum kann heintast her

EASME, sum er skrivstovan í Horizon 2020, lýsir stuðulsmøguleikarnar í stuttum her

NCP netverkið 'Access4SMEs' hevur gjørt amboð til fyritøkur, sum ger tað lættari at lýsa og vísa, hvussu ætlanin er at koma á marknaðin og at náa settum málum. Við hesum amboði verður lættari at skráseta tað, sum ætlanin er at útvega og gera, meðan verkætlanin er í gongd. Royn amboðskassan her

Í Føroyum ber til at seta seg í samband við Vinnuframa ella við Granskingarráðið, sum hýsir føroysku NCP tænastuni.