Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Skráset teg sum metara

Horizon 2020 skrivstovan: Research Executive Agency (REA) útvegar áhaldandi nýggjar serfrøðingar og metingarfólk at meta um umsóknir um stuðul til verkætlanir. Tey sóknast serliga eftir kvinnum úr londum, sum ikki eru væl umboðað í verandi dátugrunni við serfrøðingum og metarum. Tørvur er serliga á fólki úr privatu vinnuni. 

Skráset teg sum metara og óheftan serfrøðing í Horizon 2020 og ES-kommisiónin kann eftir tørvi kann heita á teg, um at koma til Brussel at meta innkomnar umsóknir um fígging til verkætlanir við stuðli úr Horizon 2020. 

Les danska frágreiðing um metingarskipanina og metingarfólk her

Frymil til avtaluna millum serfrøðingin og ES-kommisiónina kann lesast her

Skrásetingin í dátugrunninum við metarum og óheftum serfrøðingum tekur umleið 30 minuttir.

Tú kanst skráseta teg sum metara umvegis hesa heimasíðuna

Spurningar um metingarskipanina verða svaraðir á Participant Portal undir FAQ

Peter Droell, stjóri greiðir frá týdninginum av metingarfólkunum:

Persónligir ágóðar av uppgávuni sum metingarfólk síggjast í hesum filmsbroti:

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.