Skriva út
Lagt út: 12.12.2018

ICT2018 í Wien

ICT2018 ráðstevnan var í Wien í døgunum 4-6 desember 2018.

ICT ráðstevnurnar eru stórar og upplýst var, at eini 6000 fólk luttóku í Wien. Nógv samskifti var millum fakbólkar og fleiri netverksfundir vóru.

Á hesi ráðstevnu verða nýggjastu uppfinningarnar og tøkniligu gjøgnumbrotini víst fram. Hetta gevur luttakarunum høvi at meta um støði og fáa neyvari frágreiðing um tøkniligu menningina innan ávís øki.

Nógvar av framløgunum eru bandaðar og til taks á heimasíðuni og á youtube ICT2018

Úr Føroyum luttóku Mathea Hilduberg, Vinnuframi, og Maria Húsgarð, Granskingarráðið, sum báðar røkja NCP uppgávur á økinum.