Skriva út
Lagt út: 05.04.2018

Bóklingur um útbreiðslu og nýtslu av tilfari

Hví eigur tilfar, sum er fingið til vega í einari verkætlan, at verða almannakunngjørt?

Bóklingur, sum viðger hví og hvussu úrslit úr verkætlanini kunnu vekja ans hjá ikki-vísindafólki, metingarfólki, møguligum handilspørtum ella hjá politisku skipanini og leiða til nýggj samstørv, menning og nýskapan er útgivin av IPR-Helpdesk og er ætlaður sum stuðul í sambandi við umsóknir til Horizon 2020.

Tað kann vera trupult at skilja í millum hugtøkini: Communication, Dissemination og Exploitation. Í bóklinginum verður í stuttum greitt frá munum og málbólkum.

Tak bóklingin niður her

Dandelion vegleiðing við góðum ráðum, kann takast niður her