Skriva út
Lagt út: 07.02.2017

Ofta spurt

Hvør kann søkja um stuðul úr Horizon 2020?
Horizon 2020 er stuðulskipanin hjá ES fyri gransking og nýskapan. Privatir og almennir stovnar og fyritøkur, sum útinna gransking ella menna nýskapandi framleiðslu ella tænastu, kunnu søkja um stuðul úr Horizon 2020. Tað ber eisini til at søkja um stuðul til samskipan og onnur átøk, sum t.d. útbreiðslu, miðling ella granskarastuðul.

Hvussu kann eg søkja um stuðul í Horizon 2020?
Stuðul úr Horizon 2020 verður lýstur í útboðum á Participant Portal. Útboðini eru skipað í evni, sum til ber at søkja um stuðul innan, umframt at víst verður á málsetning og metingarstøði. Eisini er upplýsing um upphædd og freist. Freistin skal verða hildin, tí umsókn, sum verður send ov seint, verður ikki viðgjørd.

Skal eg søkja saman við øðrum?
Nógv útboð á Participant Portal seta sum krav, at fleiri partar eru í umsóknini, tvs at talan er um eitt netverk. Minstu krøvini til samanseting av netverki eru: 3 luttakarar út 3 ymiskum londum. Vanliga eru væl fleiri enn 3 luttakarar.
Stórur dentur verður lagdur á at hava fyritøkur við í umsóknini, tí aðalmáli við Horizon 2020 er at byggja brýr millum gransking og vinnu. Ein fyritøka kann umframt at vera luttakari í størri umsókn, eisini senda umsókn einsamøll í útboðum í SME Instrument.

Hvussu verður ein verkætlan fíggjað?
Stuðulssatsurin verður roknaður í mun til góðkendar útreiðslur í verkætlanini. Til tess at gera umsitingina av verkætlanini einfaldari, verður stuðulin roknaður soleiðis:
Granskingar verkætlan verður stuðlað 100%, uttan mun til luttakandi stovnar.
Vinnulig menning og framleiðsla verður stuðlað við 70%. Tó verða góðkendar útreiðslur hjá felagi/stovni, sum ikki hevur vinnuligt endamál, stuðlaðar við 100%.

Hvat skal eg leggja dentin á fyri at gera eina kappingarføra umsókn?
Grundleggjandi er neyðugt at lesa øll skjølini í útboðnum fyri at skilja málsetningin og evnini og til tess at tryggja, at tín verkætlan er í tráð við tað, sum útboðið miðar eftir.

Eisini er viðkomandi at hava ein evropeiskan vinkul í huga og vísa ítøkiliga, at tín ætlan røkkur breitt í evropeiskum høpi. Til dømis kann miðað verða eftir at loysa eina samfelagsliga avbjóðing, at vísa á økt virði og ávirkan ella at bygt verður víðari á aðra evropeiska verkætlan. Eisini kann tað verða viðkomandi at vísa á samstarv tvørturum vísindagreinir ella samstarv millum gransking og vinnumenning.

Tað verður eisini mett neyðugt at seta av rúma fyrireikingartíð, áðrenn freistin at søkja er og at virða øll formlig krøv, sum t.d. síðutal o.a.

Hvussu langa tíð tekur tað fáa svar viðvíkjandi umsóknini, um hon er góðtikin ella ikki?
Málið er, at umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 8 mánaðir eftir, at freistin at søkja er farin. Av hesum verður roknað við, at 5 mánaðir verða nýttir at gera vísindaliga meting av umsóknini og at 3 mánaðir verða nýttir til sáttmálasamráðingar.
Í einstøkum føri kann tó roknast við longri viðgerðartíð.

FAQ á Participant Portal
Á Participant Portal ber til at leita eftir svari á nýggju síðuni: Frequently Asked Questions (FAQ)
Tað ber til at leita við leitiorði ella við at seta flugubein í viðkomandi øki. Spurningar og svar taka støði í teimum áheitanum, sum ES-nevndin hevur fingið frá møguligum umsøkjarum.
Vitja FAQ her