Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Hugverksrættur - IPR

Hugverksrættur - Intellectual Property Rights - snýr seg um rættarverju og ognarskap, tá ið verk verða skapað. Verkini kunnu vera bókmentir og list, vísindi og tøkni, ídnaðarformgáva og sniðskapan v.m. Rættarverjan er ásett í lógum um einkarætt, m.a. í lógunum um upphavsrætt og patent, sum eru serliga viðkomandi, tá ið talan er um gransking og nýskapan.

Lærdir háskúlar og granskingarstovnar fara í framtíðini at hava meira umfatandi samstarv við aðrar vinnugreinar í samfelagnum, umframt við almennar ella privatar stovnar. Tað fara at verða framleidd úrslit, sum fara at verða inntøkugrundarlagið hjá lærda háskúlanum ella granskingarstovninum. Slíkt samstarv eigur at verða felt niður í sáttmála og eiga stovnarnir at hava yvirskipaðar innanhýsis reglur og mannagongdir fyri, hvussu hugverksrættindini og inntøkurnar frá teimum verða býtt millum partarnar.

Hugverksrættindi eru viðkomandi bæði innanhýsis millum granskararnar og uttanhýsis millum stovnin og aðrar partar. Hugverksrættindi eiga at verða greitt ásett í avtalu tíðliga í tilgongdini, tí ein træta um rættindini kann elva til stóra ósemju, serliga um talan verður um munandi inntøkur frá t.d. einum patenti.