Skriva út
Lagt út: 02.05.2017

Excellence - framúrskarandi eginleiki

Excellence parturin í einari umsókn snýr seg um hugskotið til verkætlanina. 

Hvat er hugskotið? Spurningurin er: WHAT?

Í útboðstekstinum eru "objectives" ella mál, sum skulu loysast. Í Excellence partinum verður skrivað greitt og beinraki um hugskotið og nýskapanina, sum kann loysa avbjóðingina.

Hugskot, ástøði og háttalag mugu framganga klár og týðulig. Eisini er umráðandi at vísa trúvirði, so at metingarfólk hava hug at lesa víðari til partin um Impact og Implementation, har skrivast skal um, hvussu komið verður á mál við hugskotinum. 

Málini skulu vera klár, kunnu mátast, vera realistisk og kunna lata seg gera. 

Minst til at vísa kunnleika til støðuna í dag - State of the Art - og hvussu komast kann frá hesum fasta útgangsstøði til eitt nýtt støði við nýggja hugskotinum í umsóknini. 

 

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.