Skriva út
Lagt út: 07.03.2018

Granskingarinfrakervi

Granskingarinfrakervi er felagsheiti fyri ymsa útgerð, mátitól, dátugrunnar, royndarstovur, royndarhentleikar og- støð, stórar teldur og onnur amboð og hentleikar, sum eru neyðugir fyri at kunna granska og finna fram nýggja vitan.

Hetta er partur av granskingini, sum stórt fokus er á í hesum døgum. Í nógvum førum eru kostnaðirnir fyri granskingarinfrakervi so stórir, at tað er neyðugt at gera nationalar og millumtjóða íløgur, heldur enn stovnsíløgur. Nógv av hesum eru eisini hentleikar, sum verða brúktir av fleiri stovnum og londum í samstarvi.

Flestu lond hava leypandi gjørt ætlanir fyri granskingarinfrakervi í landinum. Tað verða settar játtanir av til íløgur á hvørjum ári í granskingarinfrakervi, umframt til granskingarverkætlanir sum eru fíggjaðar umvegis kappingarpuljur og til stovnsvirksemi.

Horizon 2020 stuðul til infrakervi

Til ber at søkja stuðul til granskingarinfrakervi frá Horizon 2020. Útboðini eru undir súluni Excellence. Til ber at finna tey her

Føroyar við í netverki um infrakervi

Føroyska NCP-tænastan er partur av netverkinum RICH, sum arbeiðr við at breiða út kunnleika um granskingarinfrakervi í Evropa. Á heimasíðuni hjá RICH netverkinum er yvirlit yvir øll infrakervi í Evropa. Sí RICH Observatory

Føroyar luttaka sum er í tveimum av hesum netverkum, sí her