Skriva út
Lagt út: 09.11.2018

Innovative Training Network

Innovative Training Network er stuðul til útbúgvingarnetverk, har fleiri stuðulsmóttakarar eru. Tað eru stovnar, sum eru umsøkjarar um stuðulin úr Horizon 2020. Hinvegin tá ið stovnarnir hava fingið játtað stuðul til eitt útbúgvingarnetverk, so skulu teir lýsa eftir umsóknum til størvini sum ph.d. lesandi.

Útbúgvingarnetverkið kann verða sett saman í mun til tað, sum er viðkomandi fyri einstaka stovnin ella sum tørvur er á. Veljast kann millum trý sløg av ph.d. útbúgvingum:

· European Training Networks (ETN),

· European Industrial Doctorates (EID),

· European Joint Doctorates (EJD)

NCP netverkið hevur gjørt hondbók, sum kann verða nýtt í sambandi við umsókn um stuðul til ITN. Hondbókin liggur her