Skriva út
Lagt út: 09.11.2018

Individual Fellowship

Í Individual Fellowship ber til hjá royndum granskara at søkja stuðul til flyting og uppihald í øðrum landi. Granskarin søkir saman við stovninum, sum farið verður til. Einki krav er um tjóðskap, tí ber til at flyta úr Danmark til Føroya við stuðli úr IF.

Umsókn frá føroyskum stovni saman við útlendskum granskara, um stuðul til Individual Fellowship í MSCA skránni árini 2018-2020, fer at hava munandi betri møguleika at fáa játtað stuðul. ES Kommissiónin hevur sjósett nýtt útboð undir skránni: 'Spreading Excelence and Widening Participation', sum er ætlað londum m.a. Føroyum, sum eru sonevnd Widening lond. Hetta merkir, at umsókn um Individual Fellowship, sum verður mett skikkað at fáa stuðul, men sum ikki móttekur stuðul orsakað av avmarkaðu fíggjarorkuni í MSCA skipanini, verður flutt til SEWP skipanina. Við munandi størri sanlíkindum enn í MSCA kann umsóknin verða stuðlað sum Widening Fellowship. Les meira her

Tak niður vegleiðing, um at skriva umsókn til MSCA Individual Fellowship, her

Innovative Training Network er stuðul til útbúgvingarnetverk, har fleiri stuðulsmóttakarar eru. Tað eru stovnar, sum eru umsøkjarar um stuðulin úr Horizon 2020. Hinvegin tá ið stovnarnir hava fingið játtað stuðul til eitt útbúgvingarnetverk, so skulu teir lýsa eftir umsóknum til størvini sum ph.d. lesandi. 

Útbúgvingarnetverkið kann verða sett saman í mun til tað, sum er viðkomandi fyri einstaka stovnin ella sum tørvur er á. Veljast kann millum trý sløg av ph.d. útbúgvingum:

· European Training Networks (ETN),

· European Industrial Doctorates (EID),

· European Joint Doctorates (EJD)

NCP netverkið hevur gjørt hondbók, sum kann verða góð hjá umsøkjarum. Hondbókin liggur her