Skriva út
Lagt út: 26.11.2018

European Research Council

European Research Council, ERC, letur stuðul til einstakan granskara og er partur av Horizon 2020 skipanini.

Granskarin velur sjálvur evni og søkir í mun til hvar viðkomandi er á yrkisleiðini. Á heimasíðuni hjá ERC ber til at lesa um Starting Grant, sum er til granskara, sum hevur fingið ph.d. prógv fyri í minsta lagi 2 árum síðan og í mesta lagi 7 árum síðani. ERC Consolidator Grant er til granskara, sum hevur 7 til 12 ára royndir eftir at hava lokið ph.d.

Danska skrivstovan EuroCenter, sum hýsur donsku ncp tænastuni, hevur gjørt faldara um ERC.

Í faldaranum verður greitt frá hvat ERC er, serliga í mun til restina av Horizon 2020. Eisini verður nomið við umsóknartilgongdina, metingina o.a. sum er gott at vita, tá ið søkt verður um stuðul úr ERC.

Tak faldaran niður her

Vitja heimasíðuna hjá ERC her

ERC forsetin Jean-Pierre Bourguignon greiðir frá: