Skriva út
Lagt út: 19.08.2022

COST - altjóða netverk

COST netverk eru skipað í virkin øki, nevnd COST Actions. Talan er um verkætlanir, sum virka í 4 ár. Tað eru umleið 300 COST Actions í gongd í senn og einar 60 nýggjar verða sjósettar á hvørjum ári.

Føroyingar kunnu søkja um at gerast partur í virknari COST Action. Sum partur í netverkinum ber til at søkja um stuðul til ráðstevnuferðir, ymisk skeið ella til vitjan á stovni í øðrum landi. Byrja við at leita í yvirlitinum yvir virkin netverk á heimasíðuni hjá COST. Har er eisini upplýsing um, hvussu ein kemur í samband við netverkið.

COST stendur fyri European Cooperation in Science and Technology og hevur sum mál at virka fyri slóðbrótandi vísindaligari menning, sum kann hava við sær nýggj hugskot og nýggja framleiðslu. COST virkar fyri at styrkja førleikarnar og at binda saman umhvørvini í teimum ymisku londunum.

COST varð sett á stovn í 1971 og er víðfevnt tvørtjóða samstarv. COST er ikki ein grunnur, sum veitir stuðul til gransking ella nýskapan. Talan er um altjóða samstarvsnetverk innan øll vísindalig og tøknilig øki, sum stuðla undir høga fakliga góðsku. Serligur dentur verður lagdur á at menna øki og evni, sum enn ikki hava fingið fótafesti.

COST hevur avtalu við ES-nevndina og hevur somu kós sum ES-nevndin um at menna umhvørvini í londum, sum ikki avrika eins nógv og framkomnu londini í ES. Hvørt netverk skal hava umboð úr sonevndu Inclusiveness Target Countries, sum eru lond, har granskingarumhvørvið enn er í menning. Stórur dentur verður lagdur á at birta upp undir samstarv og flytføri millum londini.

Tað spyrst nógv "spin-off" virksemi burturúr einari COST Action, umframt at sambært kanning hjá COST gevur luttøka í teirra netverkum 37% størri sannlíkindi at fáa stuðul úr øðrum fíggingargrunnum.

Les meira um COST her.