Skriva út

Vísindaráðið

Føroya Vísindaráð virkar við støði í lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006.

Vísindaráðið orðar yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Í Vísindaráðnum eru: løgmaður, landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum, vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum og heilsumálum, eitt umboð tilnevnt av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eitt umboð tilnevnt av løntakarafeløgunum, eitt umboð tilnevnt av Fróðskaparsetri Føroya og tvey umboð fyri sektorgranskingarstovnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.

Løgmaður er formaður í Vísindaráðnum, og landsstýriskvinnan í granskingarmálum er næstforkvinna.

Skrivari fyri Vísindaráðið er stjórin fyri Granskingargrunnin.

Formaðurin í Granskingarnevndini er eygleiðari í Vísindarráðnum.

Fundir eiga at vera á hvørjum ári, har yvirskipað evni viðvíkjandi føroyskari gransking, menning og nýskapan verða viðgjørd.

Fyrsti fundurin hjá Vísindaráðnum var 28. november 2008. Tann 28. januar 2011 samtykti Vísindaráðið fyrsta yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya undir heitinm Vitan & Vøkstur. Les meira her

Skipanin við Vísindaráðið verður eftirmett í løtuni, nýtt Vísindaráð er tí ikki tilnevnt.