Skriva út

Granskingarnevndin

Verandi granskingarnevnd er tilnevnd fyri tíðarskeiðið september 2014 til august  2017. Nevndin hevur sjey limir, tveir av limunum sótu eisini undanfarna skeið. Til ber at vera í Granskingarnevndini tvey skeið á rað.

Mentamálaráðið hevur tilnevnt Guðrið Andorsdóttir, stjóra á Ílegusavninum til forkvinnu. Granskingarnevndin skipar seg síðani við næstformanni millum hinar seks limirnar. Nevndin skipaði seg í desember 2014 við Ragnari Joensen sum næstformanni. Hann segði seg úr nevndini á nýggjárinum 2016. Nevndin skipaði seg av nýggjum við Gesti Hovgaard sum næstformanni.

Granskingarnevndin skal hittast regluliga á fundi, m.a fyri at viðgera umsóknir um stuðul og at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum.

Yvirlit yvir nevndarlimir er her