Skriva út

Granskingargrunnurin

Granskingargrunnurin er sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking.

Granskingargrunnurin sum stovnur fevnir um Granskingarnevndina, skrivstovuna og Granskingargrunnin, haðani stuðul verður latin árliga. Vanliga verða hesi kallað Granskingarráðið og verða myndað av stjóranum.  

Granskingarráðið hevur tvey høvuðsarbeiðsøki:

- at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum

- at umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking og menning

Granskingargrunnurin skal vera virkin fyri, at granskingarførleikin mennist, eitt nú við at stuðla ph.d. lestri og øðrum vísindaligum útbúgvingum eftir kandidatstig. Eisini skal grunnurin stuðla granskingarætlanum, bæði tá tað snýr seg um grundgransking og endamálsgransking.

Grunnurin skal skapa neyðugu fyritreytirnar fyri gransking og menning - bæði viðvíkjandi útvegan av tilfari, og tá tað snýr seg um at menna fysiska og tøkniliga umhvørvið.

Í fyrisitingini hjá Granskingarráðnum eru í løtuni fýra starvsfólk, umframt nøkur atknýtt starvsfólk sí her

Granskingarnevndin

7 limir eru í nevndini, sum verða tilnevndir fyri 3 ár í senn og kunnu ikki sita í nevndini longur enn 2 skeið í senn.

Landsstýrismenninir í ávikavist granskingarmálum, heilsumálum, vinnumálum og fiskivinnumálum tilnevna hvør sín lim, Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 1 lim, og umboð fyri løntakarafeløgini tilnevna 1 lim. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin í granskingarmálum ein lim, sum eisini er formaður í nevndini. Les meira um nevndina her

Yvirlit yvir nevndarlimir sæst her

Føroya Vísindaráð

Afturat hesum er Føroya Vísindaráð, sum orðar yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. 

Í Vísindaráðnum eru: løgmaður, landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum, vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum og heilsumálum, eitt umboð tilnevnt av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eitt umboð tilnevnt av løntakarafeløgunum, eitt umboð tilnevnt av Fróðskaparsetri Føroya og tvey umboð fyri sektorgranskingarstovnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.

Skipanin við Vísindaráðnum verður eftirmett í løtuni, nýtt Vísindaráð er tí ikki tilnevnt enn.

Játtan

Tvær ymiskar játtanir eru á løgtingsfíggjarlógini til stovnin. Onnur játtanin - stovnsnummar 131184 - er til Granskingargrunnin. Hetta er peningurin, sum verður játtaður til granskinagrverkætlanir. Hin játtanin - stovnsnummar 133015 - er til Granskingarráðið og tað er til rakstur av fyrisitingini, bæði av Granskingargrunninum og Horizon 2020 uppgávunum.  

Konta: 2008 2009 2010  2011  2012  2013  2014 2015   2016 2017
 131184 6930 6930 6930 6582 6582  6582 7000 6500  7500 7500
 133015 2413 2300 2499 2348 2348 2348  2348 2348   2348 2377


Yvirlit yvir, hvør hevur fingið játtan úr Granskingargrunninum til verkætlanir síðani 1996, sæst her