Skriva út
Lagt út: 06.06.2023

Frágreiðingar 2023

Tað komu frágreiðingar frá 5 bólkum úr tveimum skúlum til kappingina Ársins Vitanarfróðu 2023.

Tann 6. juni varð avdúkað, at 4.b. úr Eysturskúlanum vann ársins kapping. Les meira her 

Frágreiðingarnar síggjast allar her:

Bólkur 1 úr Kvívíkar Skúla við frágreiðingini: “Hví eru so nógv ymisk sløg av tara at finna í Kvívík”

Bólkur 2  úr Kvívíkar Skúla við frágreiðingini:  “Hví er reyðmaðkur góður fyri moldina og er nakar reyðmaðkur í moldini uttanfyri skúlan? Hvat kunnu vit gera fyri at fáa meira reyðmaðk í moldina”

Bólkur 3 úr Kvívíkar Skúla við frágreiðingini: “Hví er flóð og fjøra, og hvat er orsøkin til, at tað ikki er full flóð/ fjøra allastaðni í Føroyum samstundis?"

Bólkur 4 úr Kvívíkar Skúla við frágreiðingini: “Hvørji dýr finna vit í fjøruni í Kvívík?”

Bólkur 5  úr 4.b í Eysturskúlanum við frágreiðingini: “Hvussu virka viskileður?”

Vit takka flokkunum og lærarum teirra fyri, at tey vildu vera við. Flott arbeiði!