Skriva út

Føroya Vísindaráð

Føroya Vísindaráð varð sett á stovn í 2005 at orða yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Í Vísindaráðnum vóru løgmaður, landsstýrisfólk, umboð fyri arbeiðsgevarar og løntakarar og umboð fyri Fróðskaparsetri og granskingarstovnar.

Fyrsti fundur í Vísindaráðnum var 28. november 2008. Eftir drúgva tilgongd samtykti Vísindaráðið tann 28. januar 2011 fyrsta yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya undir heitinum Vitan & Vøkstur.

Les um tilmæli til granskingarpolitikk frá Vísindaráðnum her:

Granskingarpolitikur Føroya samtyktur av Vísindaráðnum 28. januar 2011
Faldari við granskingarpolitikkinum og ymsum útgreinandi tilfari
Framløga hjá Anniku Sølvará á tíðindafundi í Tinganesi 18.februar 2011