Skriva út
Lagt út: 14.06.2017

Hvussu ber til at orða ein góðan spurdóm

Skriva niður. Góðir spurdómar kunnu brádliga koma undan kavi: tá ið tú súkklar, spælir fótbólt ella situr við telduna, tá ið tú etur – ella tá ið tú svevur. Hav ein lítlan blokk hjá tær – ella telefonina – soleiðis at næstu ferð tú undrast á okkurt, so kanst tú skriva tað niður.

Savna spurdómar. Havið eitt stað í skúlastovuni, har tit kunnu savna fleiri spurdómar saman. Tit kunnu eisini skriva teir talgilt onkustaðni, á atkomiligum og sjónligum staði. Síðan kunnu tit saman velja besta spurdómin úr rúgvuni.

Vel eitt evni fyrst. Í Ársins Vitanarfróðu ber til at velja, um tit vilja arbeiða við einum evni, sum tit velja sjálvi, ella við evninum fyri Vísindavøkuni. Vel eitt evni, sum tit halda er serliga spennandi.

Slepp tær undan spurningum, sum eru torførir at gera egnar kanningar av (t.d. er lív á Mars ella hvussu nógv fiskasløg eru til), og spurningum, sum lætt kunnu verða svaraðir við at leita á internetinum ella við at sláa upp í einari bók.

Finn íblástur frá øðrum. Leitið eftir frágreiðingum frá Nysgjerrigper kappingunum ella øðrum á internetinum.

Far á undranarveiðu. Takið undranarkort niður (síða 1 og síða 2) og arið á undranarveiðu eftir tingum, sum eru løgin, eftir onkrum, sum tit ikki skilja -  sum tit undrast á.