Skriva út
Lagt út: 14.06.2017

Soleiðis arbeiða Vitanarfróði og Vitanarfróða

1. Hetta undrist eg á

Hvat undrar tykkum? Tað ber til at undrast á alt møguligt. Vel ein spurning, sum tit kunnu brúka til at gera kanningar við. Nú hava tit ein spurdóm.

2. Hví er tað so

Hvat halda tit, at svarið er upp á tykkara spurdóm? Skriva nøkur uppskot til møguligar frágreiðingar. Slík uppskot verða nevnd hypotesur.

3. Legg eina ætlan

Leggið til rættis, hvørjar kanningar tit vilja gera fyri at royna, um hypotesurnar passa ella ikki. Roynið gjarna fleiri kanningar fyri at fáa upplýsingar. Tit kunnu til dømis eygleiða, gera samrøður ella gera egnar royndir.

4. Savna upplýsingar

Savnið saman upplýsingar, sum hava samband við hypotesur tykkara. Bæði slíkar, sum benda á, at hypotesurnar passa, og tær, sum benda á tað øvugta. Minnist til at skjalprógva tað, sum tit gera, ávegis.

5. Hetta eri eg komin fram til

Takið samanum hvørji úrslit, tit eru komin fram til. Hvørjar hypotesur passa, og hvørjar passa ikki. Hvussu kunnu tit nú svara spurdóminum, sum tit byrjaðu við?

6. Sig øðrum frá

Skrivið eina frágreiðing, sum vísir, hvat tit hava gjørt, og hvørji úrslit, tit eru komin fram til. Tað er týdningarmikið, at granskarar siga øðrum frá tí, teir eru komnir fram til.

 

Tak arbeiðsháttin niður sum plakat her