Skriva út
Lagt út: 14.06.2017

Ársins Vitanarfróðu - Kapping fyri skúlaflokkar í mið- og hádeild

Granskingarráðið og Nám skipa fyri kapping við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi. Vit nevna kappingina Ársins Vitanarfróðu. Tað er Vitanarfróði ella Vitanarfróða á myndini omanfyri, alt eftir, um tú heldur, at hetta er ein drongur ella genta. Kappingin verður neyvari lýst niðanfyri. 

Kappingin Ársins Vitanarfróðu

Vit bjóða øllum næmingum í miðdeild og hádeild at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Hava tit hug at vera við, mugu tit byrja at granska nú! Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 21. september í 2017.

Soleiðis gera tit

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.

Ársins evni: Tilfeingi

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum. Halda tit tað verða trupult at velja, so kunnu tit royna at granska okkurt, sum hevur við ársins evni at gera. Tað er tilfeingi.

Leistur til frágreiðingina

Tit mugu nýta hetta skjalið til frágreiðingina. Ein lærari má standa á sum kontaktfólk. Minnist til at fylla allar teigarnar út. Tit eru vælkomin at seta nógvar myndir inn í frágreiðingina, har tit halda tað vera hóskandi.

Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera, men tað er týdningarmikið, at øll stigini í arbeiðsgongdini verða lýst. Sí hvussu Vitanarfróði og Vitanarfróða arbeiða her

Meting av frágreiðingum

Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur.

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt.

Vinnarin verður kunngjørdur á Vísindavøkuni 29. september í 2017 kl. 13.

Íblástur frá Nysgjerrigper

Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Vit hava gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti. Tørvar tykkum íblástur, ber væl til at fáa tað á síðuni hjá Nysgjerrigper her

Nýtsla av tilfari

Vit tilskila okkum rætt at leggja innkomna tilfarið frá kappingini út á heimasíðu okkara og nýta tað í arbeiðinum annars. Tí biðja vit tykkum vátta í frágreiðingini, at tit geva loyvi til tess.

Tað kann t.d. vera, at vit skriva, hvussu nógvir flokkar hava verið við í kappingini og vísa myndir av flokkinum ella onkra mynd, sum tit hava sett í frágreiðingina. Tað kann eisini vera, at vit fortelja um spurdómarnar ella um onkur av úrslitunum. Tað kann eisini vera annað, sum vit halda er kul ella stuttligt at fortelja. Vit kunnu gera hetta ymsastaðni, t.d. á gransking.fo, á facebooksíðu okkara, í Vísindavøkublaðnum ella í útvarpinum. Tað merkir eisini, at onnur kunnu koma at brúka tilfarið, t.d. fjølmiðlar og aðrir næmingar.

Vit lova, at vit ongantíð fara at nýta hetta tilfarið á nakran neiligan hátt.

Til lærarar

Vegleiðing til lærarar er (á norskum) her