Skriva út
Lagt út: 07.06.2017

Vísindavøka 2017

10. árið á rað verður Vísindavøka hildin í Føroyum. Granskingarráðið skipa fyri í samstarvi við allar granskingarstovnarnar.

Vit verða aftur í ár í Tórsgøtu, í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum. Hetta verður fríggjadagin 29. september kl. 8.00 til á leið kl. 18.00.

Vit fara eisini at hava Vísindavøku á ferð aftur í vikunum uppundir Vísindavøkuna. 

Eitt serligt vísindavøkublað kemur eisini út. Tað kemur við Sosialinum 20. september.

Sí skrá fyri Vísindavøku á ferð og Vísindavøkuna í vinstra bredda.