Skriva út

Kvøldseta

Fríggjakvøldið á Vísindavøkuni bjóða vit til kjak um møguleikar í fiskivinnuni, vit fara at fáa sang frá fótbóltskvinnunum í FC Trón, og ársins miðlaheiðursløn verður handað.

Eins og undanfarin ár fara vit at enda Vísindavøkuna við eini kvøldsetu. Hon verður í iNOVA fríggjakvøldið 25. september kl. 19.30. Á skránni eru vísindi í álvarsligari og lættari formi. Afturvið bjóða vit okkurt gott at drekka frá Føroya Bjór og eitthvørt salt at bíta í.

Hvussu fáa vit meira burturúr fiskivinnuni
Seinastu mánaðirnar hevur verið dúgliga tosað um fiskivinnunýskipan, um virðisøking og meirvirkan, men hvat liggur í øllum hesum er ikki so greitt. Á kvøldsetuni fara vit at spyrja, um tað ber til at fáa størri virðisøking til fyritøkur og samfelagið við at fáa alt tilfeingið uppá land og tilvirkað í Føroyum. Tveir serfrøðingar koma við sínum boðum uppá onkrar av hesum spurningum, og síðani fáa áhoyrararnir høvi at kjakast um evnið.

Unn Laksá, ph.d. í politikki og samskifti, fer at siga frá um verkætlanina “Alt í land”, sum hon er partur av. Síðani fer hon at hugleiða um møguleikarnar fyri at fáa gagnnýtt alt tilfeingið við støði í royndum aðrastaðni.  PDF

Hans Ellefsen, ph.d. í búskaparfrøði, fer at umrøða hugtakið virðisskapan í mun til útflutningsvirði og framleiðslukostnað. Er eitt høgt útflutningsvirði í sær sjálvum eitt mál ella er tað einans virðisøkingin, sum hevur týdning? Hava samfelagið og fyritøkur mótstríðandi áhugamál ella kunnu hesi ganga upp í eina hægri eind? PDF

Lagt verður upp til kjak við serligum denti á møguleikar fyri gransking og nýskapan.

FC Trón kvinnurnar syngja
Fyri góðum 2 árum síðani byrjaðu fleiri kvinnur at spæla fótbólt og svimja sum liður í eini granskingarverkætlan hjá Magna Mohr. Verkætlanin kallaðist Svim-og-Spæl, stytt SOS. Fyrsta verkætlanin er liðug og úrslitini hava verið bæði nógv og áhugaverd. Nú eru eini 400 fólk, flest kvinnur, farin at spæla heilsufótbólt í átaki, sum er beinleiðis uppfylging av SOS-verkætlanini.

Fleiri av teimum kvinnunum, sum spældu fótbólt í SOS verkætlanini, hava hildið hetta vera so stuttligt og gott, at tær hava stovnað egið fótbóltsfelag, FC Trón. Á Vísindavøkuni koma hesar við onkrum stuðlum at syngja fyri okkum.

Miðlaheiðurslønin 2015
Síðsta evnið á skránni á kvøldsetuni er handanin av ársins heiðursløn fyri miðling av gransking. Her verður avdúkað, hvør fær ársins heiðursløn, og heiðursblað og ein kekkur á 5.000 kr. verða handað.

Hetta er fjórða árið, at miðlaheiðurslønin verður handað. Hon varð latin á fyrsta sinni í 2012, tá Dorete Bloch sála, professari í lívfrøði, fekk heiðurin. Í 2013 var tað Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, og í 2014 var tað Kári Sólstein, journalistur.

Tað er ein nevnd við umboðum fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetur Føroya og Granskingarráðið, sum ger av, hvør skal hava heiðurin, eftir uppskoti frá fólki.