Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Vísindavøkan 2015

Vit skipaðu á fyrsta sinni fyri tiltakinum Vísindavøku á ferð. Vit bjóðaðu stovnum, fyritøkum, skúlum, feløgum o.ø. at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur uttan kostnað. Ein røð av fyrilestrum varð hildin kring alt landið.

Sjálv Vísindavøkan varð fríggjadagin 25. september í iNOVA. 

Sum vant vóru nógv spennandi tiltøk til allar sansir. Framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni, spurnakappingar og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi kundu síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking.

Framløgur vóru frá kl. 8.00 til kl.12.30 og aftur frá kl. 15.30 til kl. 17.20.

Kl. 15 helt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, røðu.

Um kvøldið var kvøldseta.

Sí meira í vinstra bredda.