Skriva út

Skráin fríggjadagin 27. september

kl. 08.00 – 00.00 Kaféin European Corner
Kafe og básurin hjá Granskingarráðnum við ES tilfari og føroyskum tilfari. Vit bjóða kaffi, te, vatn og snacks. Vísindavøkuballónir til børnini.

kl. 08.30 – 00.00 Framsýningar og tiltøk
Básar, har granskingarstovnarnir lýsa teirra gransking og hava ymisk tiltøk, sum tala til allar sansir. Høvi verður at hitta starvsfólk frá øllum stovnunum. Luttakandi stovnarnir eru: Búnaðarstovan, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fiskaaling, Fróðskaparsetrið, Havstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Jarðfeingi, Landssjúkrahúsið, Søvn Landsins og Umhvørvisstovan.

kl. 09.00 - 21.00 Vísindaroyndir á dansigólvinum
Starvsfólk frá nøkrum av granskingarstovnunum og frá Studentaskúlanum í Hoydølum fara at gera ymsar royndir, har børn og vaksin fáa møguleika at taka lut og royna okkurt sjálvi.

kl. 09.00 – 13.30 Framløgur – í fyrilestrarhølinum

kl. 09.00 Magni Mohr, ph.d., University of Exeter: “Kropslig avrik hjá elitu atletum og fyribyrging av vælferðarsjúkum - stutt innlit í ítróttarfysiologiska gransking.”

kl. 09.30 Ása Johannesen, ph.d., Fiskaaling: “At finna mat: ávirkan av lukti, bólkastødd og streymi.”

kl. 10.00 Jan Rasmussen, lækni, ph.d. lesandi, Landssjúkrahúsið: “Karnitin - eitt viðkomandi evni.”

kl. 10.30 Jonhard Eysturskarð, ph.d., Fiskaaling: “Góðska á føroyskum alilaksi.”

kl. 11.00 Poula Patursson, kliniskur føðslufrøðingur, Landssjúkrahúsið: “Ósunnur matur er sunnur fyri summi.”

kl. 11.30 Erland Viberg Joensen, ph.d., Søvn Landsins: “Føroyar og útflutningur av rávørum - Fiskivinnutjóð og útjaðarasamfelag.”

kl. 12.00 Bjørg Mikkelsen, lívfrøðingur, Heilsufrøðiliga Starvsstovan: “Skeljadýr - trygg matvøra?”

Kl. 12.30 Leif Sørensen, kokkur, Hotel Føroyar: “Føroyskur siðbundin matur og ferðavinnan í dag.”

kl. 13.00 Svein-Ole Mikalsen, ph.d., Fróðskaparsetur Føroya: “Lykilin til allar livandi verur: mýlsk lívfrøði.”


kl. 15.00 Setan av almennu Vísindavøkuni 2013
Bjørn Kalsø, landsstýrimaður í granskingarmálum setur Vísindavøkuna.
Vit bjóða Vísindavøkukaku, kaffi, te, mjólk og vatn.

kl. 15.30 Handan av heiðurslønum í teknikappingini
Umboð fyri dómsnevnd handa virðislønirnar fyri bestu tekningar. Virðislønir verða latnar fyri tríggjar tær bestu tekningarnar hjá børnum frá 1. til og við 7. flokk og hjá ungum í framhaldsdeild og á miðnámi ella til og við 19 ár.

kl. 16.00 - 00.00 Speakers Corner
Allan dagin er ein mikrofon, ein hátalari og ein talva tøk til granskarar, sum hava okkurt uppá hjarta. Vit vita, at í øllum førum Jóan Pauli Joensen, Agnes Mols Mortensen og Ása Johannesen fara at fortelja onkra spennandi søgu .

kl. 17.00 og kl. 18.30 Rundvísing á Granskarasetrinum iNova
Granskarasetrið iNOVA letur dyrnar upp fyri vitjandi. Janus Vang, Svein-Ole Mikalsen og Ása Jacobsen, vísa fram og greiða frá, hvussu tey arbeiða. Leif Sørensen, kokkur á Hotel Føroyum, ger ymiskar royndir í køkinum og bjóðar smakkroyndir.

Kl. 18.00 – 19.20 Kaffiprát við ein granskara
Høvi verður at fáa eitt kaffi ella te prát við ein granskara í 20 minuttir. Avtalur verða gjørdar á staðnum. Tey, ið tekna seg fyrst, sleppa framat.

kl.19.30 – 21.00 Grønmeti og villar plantur til matna - Mattiltak í fyrilestrarhølinum
Sigga Rasmussen, plantufrøðingur heldur stuttar framløgur um grønmeti, m.a. epli, kryddurtir og ber. Harumframt um villar plantur til matna.  Gutti Winther, kokkur, fer at bjóða ymsar smakkroyndir og greiða frá samstundis.
 
kl. 21.30 Miðlaheiðursløn
Umboð fyri dómsnevnd handar virðisløn fyri bestu miðling av gransking.

kl. 00.00 Vísindavøkan 2013 endar

Um ikki annað er tilskilað, eru tiltøkini í stóru høllini í Öström
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum