Skriva út

Framløgur á Vísindavøkuni 2012

Niðanfyri er yvirlit í stavrað við granskarum, sum hildu framløgur á Vísindavøkuni 2012. Í teimum førum, har granskarin hevur givið loyvi til tað, hava vit slóðað til framløgu ella annað viðkomandi tilfar. Eisini verður slóðað til Heilagrunnin, har til ber at finna meyladressu og aðrar upplýsingar um granskararnar.

Agnes Mols Mortensen, ph.d.lesandi á University of New Hampshire:  
“Tari, fjølbroytni og ílegur“.  Framløga

Amanda Vang, ph.d., granskari í biomedisin, freelance:
“Testing treatments for neuroinflammation using animal models and laser capture”. Framløga

Ámundur Nolsø, granskari á sjódýradeildini á Náttúrugripasavninum á Søvnum Landsins:
“Aling av skeljadýrum - pilotprojekt við vørpuskel”

Bárður Niclasen, ph.d., adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum:
“Havið á teldu - hvat teldur læra okkum um aldu og streym við Føroyar”. Framløga

Bjørn Kunoy, Dr. lesandi í Université Paris Ouest Nanterre, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni:
“Totalt langt úti – Hvør eigur rættin til undirgrundina har úti?”

Dánjal Jákup Jacobsen, ph.d., granskari hjá Greensteam:
“Hvussu kann ein telda læra seg sjálva at spara orku?”. Framløga

Ester Weihe, stud. med., arbeiðir við verkætlan á Landssjúkrahúsinum:
“Psoriasis og ílegur í Føroyum”. Framløga

Eydna í Homrum, ph.d., granskari á Havstovuni:
"Ferðing hjá upsa". Framløga

Gunnar Restorff, ph.d., lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum:
“Støddfrøðingur í Føroyum - ein letingi millum arbeiðsmenn”. Framløgan

Hans Ellefsen, ph.d.lesandi við Syddansk Universitet:
“Makrelstríðið”. Framløgan

Helgi Michelsen, granskari á Fornminnissavninum á Søvnum Landsins :
“Nýggj tøkni í fornfrøðini”. Framløgan

Hjalmar P. Petersen, dr.phil., lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum:
“At granska í føroyskum”

Jana Ólavsdóttir, ph.d.lesandi á Københavns Universitet, granskari á Jarðfeingi:
“Ímyndið tykkum at Føroyar einaferð hava havt Miðalhavs veðurlag”. Framløgan

Jim á Horni, vísindafólk á Jarðfeingi:
“3D í dýpinum. Jarðfrøði og seismikkur, hvat sær man?”

Jónrit Halling, ph.d., granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu:
“Sáðgóðskukanningar í Føroyum”

Katrin Hoydal, ph.d.lesandi á NTNU, granskari á Umhvørvisstovuni:
"Hvussu ávirkar dálking grindahvalin". Framløgan

Kirstin Eliasen, ph.d.lesandi við Aarhus Universitet, arbeiðir á Havstovuni:
"Nebbasild á føroyska landgrunninum - hvør av øðrum liva má"

Kristin Magnussen, ph.d.lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum:
"Gøtunøvn - uppkalling ella orientering?"

Marita Debess Magnussen, ph.d.lesandi við Háskúla Íslands, arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
“Riggar antibiotika viðgerðin í Føroyum?”. Framløgan

May-Britt Skoradal Jacobsen, granskari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum á Fróðskaparsetrinum:
“Er vandi fyri at 9. floks-næmingar fáa typu 2 diabetes?”. Framløgan

Petra E. Petersen, ph.d.lesandi á University of Stirling, arbeiðir á Fiskaaling:
“Ílegukanningar av føroyska toskinum”. Framløgan

Rannvá Biskopstø, granskari, arbeiðir parttíð á Ílegusavninum:
“Gransking av autismu í Føroyum tey seinastu 10 árini.”

Shahin Gaini, ph.d., yvirlækni og granskingarleiðari á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum:
“Sepsis - Blóðeitran - fyrr og nú”