Skriva út

Vísindavøkan 2011

Vísindavøkan 2011 varð hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 21. – 23. september.

Vísindavøkan var tann størsta og mest vitjaða Vísindavøkan nakrantíð við yvir 500 vitjandi í øllum aldursbólkum. 

Dentur var lagdur á at gera eina fjølbroytta skrá, ið var ætlað einum breiðum skara av fólki. Hetta var millum annað gjørt við at skipa Vísindavøkuna yvir tríggjar dagar, har hvør dagur hevði sítt evni og málbólk. Til tiltøkini fríggjadagin vórðu ser serliga næmingar frá miðnámi og Nám X bodnir.

Sera nógv fólk kom at hoyra og síggja, hvat granskingarumhvørvið í Føroyum hevur at bjóða og hvørjar karmar tey hava at virka undir.

Vísindavøkan fór av bakkastokki mikukvøld við einum kveikjandi fyrilestri við Jørn H. Hurum, fornverufrøðingi, ið er kendur fyri at duga sera væl at miðla sína gransking og dátur út til almenningin. Jørn H Hurum vísti á týdningin á almennari miðling, ikki minst tí at tað í flestu førum er skattaborgarans pengar, ið eru við til at fíggja gransking. Hann vísti eisini á tørvin á at brúka eitt einfalt og greitt mál alment, sum er heilt øðrvísi enn tað fakmálið, sum granskarar tosa sínámillum. Avgerandi fyri eitt gott og gevandi samstarv millum miðlar og vísindafólk er virðing fyri fakinum hjá hvørjum øðrum og greið støða yvir, hvar markið er. Granskarar skulu duga nógv betri at spíska bestu søgurnar og síðani tora at lata søgurnar í hendurnar á journalistum, tá teir hava gjørt sítt. Eini 60 fólk, flest granskarar, vóru til hetta tiltakið.

Hóskvøldið var tað granskingarpolitikkurin Vitan & Vøkstur, sum var á skránni. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í granskingarmálum, hevði fyrsta uppleggið. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, greiddi frá arbeiðinum at orða ætlan fyri verksetan av granskingarpolitikkinum. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, hugdi at støðu Setursins í mun til orðingarnar í granskingarpolitikkinum. John D. Olsen, NCP-samskipari, tosaði um politikkin í mun til ES-granskingarsamstarvið Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fegnaðist um politikkin, ikki minst greiðu orðingarnar um leiklutin hjá Fróðskaparsetrinum. Ólavur Ellefsen frá Simprentis saknaði greið mál í politikkinum og vísti á, at møguleikin fyri at náa langt er treytaður av einum greitt lýstum máli. Rúni Weihe, menningarleiðari á Havsbrún, vísti á, hvørji átøk kundu verið sett í verk fyri at náa ætlanini um at eggja vinnuni at granska meira, eitt nú vísti hann til skipanina ‘Skattefunn’ í Noregi sum eitt áhugavert dømi. Eini 40 fólk vóru til hetta tiltakið.

Umframt at kveikja áhugan fyri gransking, varpaði Vísindavøkan 2011 eisini ljós á karmarnar fyri gransking í Føroyum, og á okkara dugnaligu granskarar og granskingarstovnar. Hetta varð gjørt allan fríggjadagin við framsýningum og tíggju ymiskum framløgum um aktuella gransking innan ymisk øki frá aling og eldgosum til stoffskiftissjúkur og bókmentir. Framløguhaldarnir vístu eisini á, at gransking í Føroyum kann verða slóðbrótandi og fær stórt uppmerksemi frá útlondum. Á framsýningarbásunum vístu og lýstu granskingarstovnarnir, hvat tey granska og arbeiða við í gerandisdegnum. Hendan dagin vóru tað yvir 400 fólk, serliga skúlanæmingar, ið leitaðu sær niðan í Norðurlandahúsið at hoyra og síggja tað, granskingarumhvørvið hevur at bjóða.

Endabresturin fríggjakvøldið var eitt heldur øðrvísi tiltak, har matur og matframleiðsla úr einum granskingar- og menningarsjónarhorni var á skránni. Jóan Pauli Joensen, professari, hugleiddi um mat og matmentan í Føroyum. Annika Waag, góðskuleiðari, greiddi frá um brygging av øl, og Rólvur Djurhuus, verkætlanarleiðari, greiddi frá berverkætlanini á Sundi. Vísindavøkan 2011 endaði við einari hugnaligari royndarsmakking av góðum mati og øli við tónleiki frá Gunnari Nolsøe afturvið.