Skriva út

Vísindavøkan 2009

Vísindavøkan 2009 er farin aftur um bak og tiltakið eydnaðist eftir okkara tykki heilt væl.  

Fyrsta kvøldið varð hildið í Skúladeplinum í Suðuroy mikukvøldið 23. september. Tiltakið gekk sera væl. Útivið 50 fólk vóru og lurtaðu eftir áhugaverdu framløgunum, sum vóru 3 í tali. Tað vóru Dennis Holm, Maria Skaalum Petersen og Ása Róin, sum løgdu fram.

Hóskvøldið 24. september var Vísindavøka á Náttúrugripasavninum í Havn. Her vóru umleið 40 fólk til framløgurnar hjá Hjálmari Hátún, Tóru Petersen og Onnu Mariu Fosaa.

Seinasta kvøldið var  hildið á Norðoya Fornminnissavni í Klaksvík fríggjakvøldið 25. september. Nakað færri fólk, umleið 20, vór til framløgurnar hjá Katrin M. Næs, Karin Margrethu H. Larsen og Pál Weihe.

Vísindavøkan er partur av European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. Fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. Endamálið við European Reserachers’ Night er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.