Skriva út

Vísindavøka í Føroyum á fyrsta sinni

Fríggjakvøldið 26. september savnaðust fólk í býum kring alt Europa til Researchers' Night. Endamálið við tiltakinum er at økja um áhugan fyri gransking. Eisini í Føroyum varð eitt tiltak hildið í sambandi við Researchers' Night, sum hevur fingið heitið Vísindavøka.

Fyrsta føroyska Vísindavøkan varð fríggjakvøldið 26. september 2008 klokkan 19.30 á Náttúrugripasavninum á Debesartrøð í Havn. Tiltakið var fyri alla familjuna. Tey størru høvdu høvi at lurta eftir áhugaverdum og fjølbroyttum framløgum um gransking, meðan tey smærru kundu síggja og royna frálíku framsýningarnar um fuglar, fiskar, blómur og annað, sum vóru gjørdar klárar til árliga Heystfagnaðin í oktober.

Skráin fyri fyrstu føroysku Vísindavøkuna var hendan:

Maria Skaalum Petersen: Parkinssons sjúka og umhvørvið. 

Dánjal Jákup Jacobsen: Granskingargrundað virksemi í fyritøkuni. 

Eyðun Andreassen: Fólkslig mentan sum granskingarevni. 

Eisini var tilfar at fáa um ES-gransking.