Skriva út
Lagt út: 09.11.2016

World Science Day 2016

Á hvørjum ári tann 10. november hevur UNESCO fokus á vísindi. Dagurin verður hildin ymsa staðni í heiminum við tiltøkum, har vísindafólk vísa og greiða frá, hvussu og hví vísindi er viðkomandi fyri gerandisdagin hjá hvørjum einstøkum.

Í 2016 verður dagurin nýttur til at fagna vísindadeplum og -søvnum -  “Celebrating Science Centres and Science Museums”.

UNESCO metir, at vísindi eru ein av grundarsteinunum undir settu 2030 málunum í sambandi við burðardygga menning og veðurlagsbroytingar. Avtalurnar um 2030 málini rúma visiónum um framgongd, frið og vitanardeiling. Fyri at náa hesum málum er neyðugt við útbreiðslu av vísindi og tættari bondum millum vísindi og samfelagið. Vísindadeplar og -søvn eru viðkomandi, tí tey byggja upp førleikar og stuðla undir boðskapin, um at vísindi er umráðandi í burðardyggari menning.

Í morgin, tann 10 november, verður ráðstevna undir heitinum “Discover Your World” hildin á høvuðssætinum hjá UNESCO í Paris. Ráðstevnan fer at viðgera leiklutin, sum vísindadeplar og -søvn kunnu hava til tess at økja um almennu luttøkuna, tá ið tað snýr seg um settu málini og til at menna nýggj tiltøk í samskiftinum við ymsu málbólkarnar, íroknað granskarar og almenningin.

Ráðstevnan verður fyriskipað í samstarvi við ‘Association of Science Technology Centres’ og ‘International Council of Museums’.

Til ber at fylgja ráðstevnuni á netinum. Leinkja til beinleiðis stroymingina finst her