Skriva út
Lagt út: 30.03.2017

Vitjan av NCP netverki

Vitjan av NCP netverki

Hesa vikuna hava tvey umboð úr NCP netverkinum, Sis.net, vitjað í Granskingarráðnum. Sis.net arbeiðir við økinum Science with and for Society, Swafs í Horizon 2020.

Maria Húsgarð, NCP fyri Swafs í Føroyum var vertur fyri vitjanina, sum var ein arbeiðsvitjan við denti á evni viðkomandi fyri Swafs. Tær vitjandi vóru Pascale Van Dinter úr Belgia og Kristin Eikeland Johansen úr Norra.

Eftir ætlan skuldi ein luttakari verið afturat, men hesin gav avboð orsakað av persónligum ávum.

Arbeiðsvitjanin hevði sum endamál at deila áskoðanir og royndir innan ymsu økini í Swafs. Eitt øki, sum er fevnt av Swafs er Responsible Research and Innovation, RRI. Tá ið hetta evnið varð viðgjørt, luttóku granskarar av Setrinum á fundinum.

Ymiskleikin í hesum trimum londunum vísti seg at geva innihaldinum í arbeiðinum góð innput og góð hugskot, sum kunnu nýtast í eini eftirmeting og bøta um, har tørvur er.

Myndin er frá fundi 29 mars við luttøku av granskarum á Setrinum. Frá vinstru: Pascale Van Dinter, Erica Heyfield, Kristin Eikeland Johansen, Maria Húsgarð og Erla Olsen.