Skriva út
Lagt út: 02.09.2013

Vitja altjóða stovn innan flokkanarfrøði

Arbeiðir tú við flokkanarfrøði (taksonomi) og hevur hug at vitja ein av teimum leiðandi stovnunum í Europa á hesum økinum?

SYNTHESYS3 lýsir nú eftir umsóknum frá granskarum, sum arbeiða við flokkanarfrøði, og sum hava hug at vitja ein stovn í eitt styttri tíðarskeið. Skipanin, sum verður rópt, visiting scientist programme, veitir fíggjarligan stuðul til at fáa atgongd til databásur á luttakandi stovninum og praktiska hjálp í hesum sambandi, ferðing, gisting og dagpening til uppihald.

Á stovnunum, ið eru partur av verkætlanini, fæst m.a. atgongd til:

  • Søvn sum hava eintøk av meira enn helvtini av øllum livandi verum

  • Nýggjastu tøkni innan mikroskopi, evnafrøðiligar- og isotopiskar kanningar, mýlaverkstovur og vegleiðing og praktiska hjálp í hesum sambandi

  • Bókasøvn í heimsflokki

  • Altjóða víðagitnar førleikar á økinum

Starvsfólk á føroyskum stovnum hava møguleika at søkja um stuðul frá hesi skipanini.

SYNTHESYS3 er er ein ES-fíggjað netverks-verkætlan. Verkætlanin snýr seg m.a. um at geva granskarum møguleika at vitja aðrar stovnar í styttri tíðarskeið. Netverkið fevnir í dag um 18 stovnar við sokallaðum Taxonomic Acess Facilities.

Upprunaliga byrjaði SYNTHESYS í 2004. 1. september 2013 byrjaði triði partur av verkætlanini, sum endar í 2017.

Les útboðið, ið er sent út sum tíðindaskriv og les meira her

Evstamark fyri at søkja er 17. oktober kl. 17:00.

Tey næstu 3 árini verður eisini møguleiki at søkja umvegis hesa skipanina.

Slóð til verkætlanarheimasíðuna
Lýsingin sæs eisini á EURAXESS