Skriva út
Lagt út: 19.09.2012

Vísindavøkublaðið - á tremur við kunning um gransking

Við góðari hjálp frá granskarum, stovnum og journalistum hava vit sett saman eitt blað við 24 síðum um Vísindavøkuna og um nakað av tí, sum rørir seg í føroyskari gransking 2012.

Les millum annað:
Systrarnar á Norði og brøðurnar Gaini, sum øll 4 hava ph.d.útbúgving, og aðrar vangamyndir av granskarum 
Góðu royndirnar við ES-granskingarsamstarvinum
Verkið Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar? og um øll hini spennandi tiltøkini, sum vera á Vísindavøkuni 27. og 28. september.

Blaðið verður borið í hvørt hús í Føroyum í dag.

Til ber eisini at lesa blaðið talgilt her