Skriva út
Lagt út: 05.09.2008

Vísindavøkan nærkast

Granskingarráðið skipar fyri Vísindavøku fríggjakvøldið 26. september klokkan 19.30. Vísindavøkan verður í áhugaverdu framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð í Havn.

 

Tað verða Eyðun Andreassen, professari, Maria Skaalum Petersen, Ph.D. lesandi og Dánjal Jákup Jacobsen, Ph.D. og stjóri, sum fara at greiða frá um, hvat tey fáast við í síni gransking.

 

Eyðun Andreassen er professari á Fróðskaparsetri Føroya, har hann granskar í munnligari frásøgulist, í søgnum og ævintýrum umframt í kvæðum. Hann heldur framløgu við heitinum Fólkslig mentan sum granskingarevni.

 

Maria Skaalum Petersen er Ph.D. lesandi við Syddansk Universitet. Hon heldur framløgu við heitinum Parkinssons sjúka og umhvørvið. 

 

Dánjal Jákup Jacobsen er Ph.D. í sivilverkfrøði og stjóri í fyritøkuni Decision3. Dánjal Jákup heldur framløgu um granskingargrundaða virksemið hjá Decision3.

 

Tiltakið er fyri alla familjuna. Børnini kunnu t.d. síggja og royna frálíku framsýningarnar um fuglar, fiskar, blómur og annað, sum eru gjørdar klárar til árliga Heystfagnaðin í oktober.

 

Vísindavøkan er partur av tiltakinum Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. fríggjakvøld í september í býum kring alt Europa. Endamálið við Researchers’ Night er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

 

Við Vísindavøkuni ynskir Granskingarráðið at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

 

Til ber at lesa meira um tiltakið European Researchers’ Night her.