Skriva út
Lagt út: 17.08.2017

Vísindavøkan á ferð – bílegg ein granskara!

Nú er aftur møguleiki at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur fyri einum arbeiðsplássi, miðnámsskúlaflokki ella øðrum kring landið í sambandi við ársins Vísindavøku.

Í 2015 royndu vit fyrstu ferð átakið Vísindavøka á ferð. Tá vóru 45 fyrilestrar hildnir kring landið og næstan 1500 fólk vóru til fyrilestur. Aftur í 2016 høvdu við hetta tiltakið. Tá vóru 54 fyrilestrar hildnir.

Vegna Granskingarráðið og stovnarnar bjóða vit tykkum at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur ein av døgunum  15. – 28. september.  Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið.

Granskarin heldur ein fyrilestur um eitt avtalað evni í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak.

Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 30 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.

Avtalur verða í mest møguligan mun gjørdar í tí raðfylgju, sum tað verður bílagt. Tó tilskila vit okkum rætt til at samskipa nakað í einum øki, so tað ikki verða ov nógvir fyrilestrar í senn, ella at leggja ávísar fyrilestrar har, sum vit hava royndir við at tað koma nógv fólk.

Bíleggjast skal í seinasta lagi 1. september á telduposti gransking@gransking.fo. Eftir hetta verður samlaða skráin almannakunngjørd á gransking.fo og á okkara Facebook síðu.

Endamálið er at geva øllum føroyingum  møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni. Fríggjadagin 29. september verður ársins Vísindavøka við framløgum, framsýningum og tiltøkum í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn. Sí meira á gransking.fo og á okkara Facebook vanga.

Granskararnir, sum hava játtað at halda fyrilestur, eru:

Annbjørg á Høvdanum, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Ávirkanin av møði á kognitivu funktiónsevnini hjá heilanum. UPPTIKIN

Ari Johanneson, Umhvørvisstovan

Framtíðar elmarknaður.UPPTIKIN

Ása Jacobsen, Fiskaaling

Sekvensering av bakteriusamfeløgum

Birgitta Andreasen, Umhvørvisstovan

Arktisk umhvørviseftiransing í Føroyum – hvussu sær tað nú út við dálkandi evnum í t.d. toski ella teistaeggi? UPPTIKIN

Bjarni á Steig, Landssjúkrahúsið

Cannabis sum heilivágur UPPTIKIN

Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan

Pumped storage verkætlanir.

Bogi Magnussen & Knud Simonsen, Fiskaling

Sjóvarfalsrákið á snildfon UPPTIKIN

Erika Hayfield, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Útlendingar í Føroyum: At navigera í einum samfelagi við tøttum sosialum sambondum. UPPTIKIN

Hallbera F. West, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

”Eldsløkking” í Løgtinginum, tá ”eldávaring” ljóðar frá Umboðsmanninum. Um parlamentariskt eftirlit. UPPTIKIN

Hans Andrias Sølvará, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Tann føroyska lagnustundin í Kiel í 1814. UPPTIKIN

Heri Ziska, Jarðfeingi

Leitimiðið Helena; eitt úrslit av jarðfrøðiligar endurskoðan av føroyska landgrunninum UPOTIKIN

Jana Ólavsdóttir, Jarðfeingi

Grundvatn í Føroyum.

Jónrit Halling, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Gransking í autismu í Føroyum. UPPTIKIN

Katrin Hoydal, Umhvørvisstovan

Hormonórógvandi árin av dálkingarevnum – støðan í grindahvali. Ávirkan av PCB, kloreraðum týningarevnum og bromeraðum flammutálmarum á vitamin, hormon og ensymskipanir. UPPTIKIN

Kári M. Mortensen, Umhvørvisstovan

Ferð á grøna orku. UPPTIKIN

Malan Marnersdóttir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Kyn í føroyskum bókmentum. UPPTIKIN

Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Nýtt Sundsverk. Tungolja ella LNG. UPPTIKIN

Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Hitamátingar í ovaru jarðløgum í Føroyum. Úrslit og tulkingar av mátingum frá veðurtænastum, boriholum  og jarðhitaholum. UPPTIKIN

Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi

Oljuríkt móðurgrýti eystanfyri Føroyar.

Runa Preeti Ísfeld, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Kvinnuligir tilflytarar, avbjóðingar og møguleikar í Føroyum. UPPTIKIN

Sólvá K. Eliasen, Havstovan

Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum? UPPTIKIN

Sunnvør K. í Kongsstovu, Amplexa og Náttúruvd., Fróðskaparsetrið

Arvafrøði sum amboð í fiskivinnuni.

Toke Meyer Carlsen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Matematikken bag kunstig intelligens. UPPTIKIN

Tórheðin J. Jensen, Varðin p/f og Henley Business School

Samspæl millum praktiska vitan og bókliga vitan í føroysku fiskivinnuteyggjuni. UPPTIKIN

Turið Hammer, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Títtleikin av tarmbrúnasjúkum í Føroyum. UPPTIKIN

Turið Madsen, Jarðfeingi

Jarðfrøðin í nýggja Hvalbiartunlinum.

Vár í Ólavstovu, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Gevur vend læring og førleikalæring betri og varandi læruúrtøku?

Tey flestu kunnu halda fyrilestur 1 ella 2 ferðir. Tey, sum eru merkt við skákskrift, hava longu játtað seg til nóg nógvar fyrilestrar.

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum - annaðhvørt um onkur fær forfall ella um fleiri koma afturat.