Skriva út
Lagt út: 15.08.2017

Vísindavøkan á ferð 2017

Triðja árið á rað fer Vísindavøkan á ferð kring alt landið. Talan er um fyrilestrar, sum kunnu bíleggjast at verða hildnir í tíðarskeiðinum 15.-28. september.

Tilboðið er hugsað miðnámsskúlum, stovnum, fyritøkum, feløgum, kirkjum, samkomum og øðrum. Granskarin heldur ein fyrilestur ella framløgu um eitt avtalað evni í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak. Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið. Tað er ókeypis at fáa ein fyrilestrarhaldara.

Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 30 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.

Avtalur verða gjørdar í tí raðfylgju, sum tað verður bílagt, so tey sum spyrja fyrst, hava fyrsta rætt. Tó tilskila vit okkum rætt til at samskipa nakað í einum øki, so tað ikki verða ov nógvir fyrilestar í senn.

Skráin við møguligum fyrilestrum verður kunngjørd síðst í hesi vikuni. Bíleggjast skal í seinasta lagi 1. september á telduposti gransking@gransking.fo. Eftir hetta verður samlaða skráin almannakunngjørd á gransking.fo.

Endamálið við tiltakinum er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni. Fríggjadagin 29. september verður so ein heilur dagur við framløgum, framsýningum og tiltøkum. Hetta verður í Reinsarínum, Perluni og á Perlutroginum.

Vísindavøka á ferð varð skipað á fyrsta sinni í 2015. Tá vóru næstan 1500 fólk til teir 45 fyrilestrarnar, sum vóru kring landið. Í 2016 vóru 54 fyrilestrar, áhoyraratalið nakað lakari enn í 2015.  Les um tiltakið í 2015 her og 2016 her.