Skriva út
Lagt út: 20.08.2014

Vísindavøkan 2014 tekur skap

Um ein góðan mánað verður Vísindavøkan 2014. Tað er fríggjadagin 26. september, at granskarar og onnur, sum arbeiða á granskingarstovnunum í Føroyum bjóða almenninginum at koma at síggja, hoyra, lukta, smakka og kenna ymiskt um gransking.

Í ár verður Vísindavøkan í iNOVA, granskarasetrinum á Hoyvíksvegi 51. Tiltakið er frá kl. 8 á morgni til umleið kl. 22 á kvøldi.

Stovnarnir fara at hava básar, sum fólk kunnu vitja, og fleiri samvirkin tiltøk vera á økinum. Lærarar og næmingar úr Hoydølum fara aftur at bjóða forvitninum av við ymsum stuttligum royndum, sum børn og barnsligar sálir kunnu sleppa gera.

Tað vera nógvar aktuellar framløgur á skránni, bæði fyrrapart og seinnapart. Tær eru 15 minuttir hvør og um øll møgulig evni.

Um kvøldið verður eitt serligt tiltak og ársins miðlaheiðursløn verður handað.

Ein neyvari skrá verður tøk umleið miðjan september.

Framløgurnar fyrrapart
Skráin fyri framløgurnar fyrrapartin er klár. Hon er serliga ætlað lesandi á miðnámsskúlunum og hægri lærustovnunum. Skúlarnir hava í dag fingið innbjóðing við áheitan um at melda seg framløgurnar, um tey vilja tryggja sær pláss, tí plássið er meira avmarkað enn undanfarin ár.

08.15-08.30
Yvirliva vit? – tøl og tendensir úr heilsukanningum
Ólavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið

08.45-09.00
Lundi ella pingvin – málmenning hjá føroyskum børnum
Sissal M. Rasmussen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

09.15-09.30
Rákið á firðunum
Knud Simonsen, Fiskaaling

09.45-10.00
Tú verður, tað sum mamma tín etur – umhvørvisávirkan í móðurlívi
Marin Strøm, Deildin fyri Arbeiðs og almannaheilsu

10.15-10.30
Tá Gud fær gron – Religiónskritikkur og talufrælsið í ST
Heini í Skorini, Kings College

10.45-11.00
Soppar alneyðugir og fjølbroyttir skrellimenn
Erla Olsen, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

11.15-11.30
Slóðbrótandi 3D tøkni kann bjarga føroyska minninum
Helgi Michelsen, Fornminnissavnið

11.45-12.00
Immunohistochemistry: The Scientist's paintbrush
Amanda Gratton Vang, Landssjúkrahúsið

12.15-12.30
Pløyen og moderniseringin í 19. øld – amtmaður sum kollveltingarmaður
Erling Isholm, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

12.45-13.00
Várbeiti og veðurlag – Ávirkar veðurlagið vistskipanina á Landgrunninum?
Sólva K. Eliasen, Havstovan

13.15-13.30
Reinsifiskar - ein øðrvísi máti at avlúsa laks
Regin Arge, Fiskaaling