Skriva út
Lagt út: 19.05.2014

Vírikurin vann

Granskingardagurin, ið Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum skipaði fyri hósdagin í farnu viku á øðrum sinni, var væl vitjaður. Nógv starvsfólk og onnur við áhuga fyri heilsugransking høvdu leitað sær oman í forhøllina, tá dagurin varð settur.

Tað var stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sølvará, ið setti Granskingardagin. Í røðu síni segði hon m.a., at Granskingardagurin er eitt greitt tekin um, at Landssjúkrahúsið av álvara raðfestir gransking og miðling.

- Ein slíkur granskingardagur við almennari kunning bæði á staðnum og í miðlunum ber granskingina og nyttuna av henni út til alt landið. Umsett til praktisk dømi og vanligt mál er skilligt fyri fólk flest, at ikki minst í heilsuverkinum er gransking og aftur gransking lykilin til eina áhaldandi betri fyribyrging og viðgerð av sjúkum av øllum handa slagi, segði hon.

Røðan hjá Anniku Sølvará kann lesast her

Eftir setanina vórðu fleiri styttri fyrilestrar um áhugaverdar granskingarverkætlanir, ið hava tilknýti til Landssjúkrahúsið, hildnir.

Ein framsýning við postarum, ið lýsa nakrar av granskingarverkætlanunum á Landssjúkrahúsinum, var eisini í forhøllini. Ein nevnd hevði fingið til uppgávu at velja besta postaran. Valið fall á postaran um eina kanning av víriki í Føroyum, sum Heini Harryson og Jákup Midjord læknar á Landssjúkrahúsinum eru farnir undir í samstarvi við norskar læknar, Postarin sæst her

Seinni um dagin helt kendi professarin Bobby Zachariae fyrilestur í Veitsluhøllini um lívsgóðsku og kroniska sjúku.