Skriva út
Lagt út: 02.06.2013

Vínið út og vitið inn, tá Granskarasetrið letur upp

Á almennari móttøku fríggjadagin 30. mai handaði Vinnuframi partafelagnum iNOVA Granskarasetrið, sum nú er klárt at taka í brúk. Samstundis vóru sáttmálar undirskrivaðir fyri fyrstu 9 vistararnar, sum flyta inn í næstum. Ein av gestunum helt fyri, at vanliga verður sagt, at tá vínið fer inn, so fer skilið út, men her fór vínið út og vitið flytur inn.

Gamli handilin hjá Rúsdrekkasølu Landsins var karmur um almennu móttøkuna fríggjadagin 30. mai, tá Vinnuframi formliga handaði partafelagnum iNOVA Granskarasetrið at reka. Nógv fólk var samankomið, landsstýrisfólk, løgtingstingfólk, vinnulívsfólk, granskarar, embætisfólk og onnur, sum á ymsan hátt eru áhugað í verkætlanini.

Regin Dalsgaard, nevndarformaður fyri Vinnuframa leiddi tiltakið og helt fyrstu røðuna. Hann greiddi frá sjálvari verkætlanini og hví Vinnuframi hevði tikið hetta stigið. Hann fegnaðist um, at nú er komið so langt, at Granskarasetrið er klárt hjá fyrstu vistarunum at flyta inn í og fara til arbeiðis.

Síðani var ein røð av fólki, sum hildu røðu og bóru fram heilsanir:
Johan Dahl, vinnumálaráðharri
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Havsbrún
Sigurjón Arason, professari, granskari á Matis í Íslandi
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
Jákup Mørkøre, samskipari fyri Fiskivinnugransking
Pál Weihe, yvirlækni, leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Jógvan Jespersen, nevndarformaður í iNOVA

Síðani varð farið til formliga partin, har Regin W. Dalsgaard vegna Vinnuframa handaði Jógvani Jespersen vegna iNOVA Granskarasetrið at reka. Aftaná undirskrivaðu umboð fyri Fróðskaparsetrið, Fiskaaling, Ílegusavnið og Havsbrún sáttmálar fyri fyrstu 9 vistararnar.

Eftir handanina vóru gestirnir bodnir yvir í nýggja køkspartin, sum júst er liðugt innrættaður, har KOKS borðreiddi við alskyns góðum, millum annað sushi, laksi, og røstum kjøti.

Les heilsanina, sum Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, helt á móttøkuni her

Myndir frá móttøkuni eru at síggja á Facebook síðu Granskingarráðsins