Skriva út
Lagt út: 03.05.2018

Verkstova um H2020 umsókn

Kom við á verkstovu fríggjadagin 11. mai frá kl. 9.00 til kl. 16.00

Saman við Melanie Büscher frá Brain2Business skipar Granskingarráðið fyri verkstovu um umsóknina til Horizon 2020.

Hvar byrji eg? Hvussu finni eg góðar partnarar at arbeiða saman við? Hvussu kunnu fleiri føroyskir luttakarar koma við? Nógvir eru spurningarnar, og saman við Melanie fara vit at seta fokus á nakrar og vónandi kveikja áhugan, geva íblástur og áræði til at fara í gongd við eina umsókn til Horizon 2020. 

Kom við og sig frá tínum royndum. Kom við, tí tú ikki veitst nokk ella nakað sum helst. 

Vit hava avtalað við Melanie, at tilfarið verður á enskum máli, men at vit kunnu samskifta við hana á donskum. 

Verkstovan verður í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum, Jónas Broncksgøta 25, niðasta hæddin.

Minst til at boða frá luttøku við at senda ein teldupost til maria@gransking.fo