Skriva út
Lagt út: 09.11.2017

Venjingarháttur hjá stjørnuleikarum vísindaliga grundaður

Einstaklingavenjing við høgum intensitet er munadyggari enn vanlig liðvenjing í úrvalsfótbólti. Hetta vísa Magni Mohr og altjóða starvsfelagar, sum í vikuni hava fingið nýggja vísindaliga grein í altjóða tíðarrit. Kanningin lýsir árinini av eyka intensari einstaklingvenjing á ymisk vøddaprotein og kropsligan førleika hjá úrvalsfótbóltsspælarum.

Greining, sum Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur fingið í vísindaliga tíðarritið “European Journal of Applied Physiology” eitur “Skeletal muscle and performance adaptations to high-intensit training in elite male soccer players: speed endurance runs versus small-sided game training”. Greinin byggir á kanning, ið er framd í Svøríki í samstarvi við svenskar, danskar, enskar og grikskar granskarar.

Í kanningini framdi ein bólkur av mannligum svenskum úrvalsfótbóltsleikarum skjótleika-treystisvenjing (Speed Endurnace Training, sum er: 6-10 ferðir 30 sek all-out renning við 3 min hvíld ímillum) tríggjar ferðir um vikuna í 4 vikur aftrat tí vanligu venjingini í felagnum. Venjingin varð skipa sum einstaklingavenjing. Annar bólkur spældi til samanberingar smáspøl (6 ímóti 6). Vøddabiopsiir vóru úttiknir úr lærvøddum og kropsligur førleiki varð mátaður áðrenn og eftir interventiónina. Einstaklinga-skjótleika-treystisbólkurin hevði eina framgongd á góð 40% í evnunum at fremja hart intervalarbeiði samanborið við smápælsbólkin. Samstundis vístu vøddaanalysurnar eisini, at vøddaevnisskiftið (mitokondrielfunktión) varð økt nærum 20% í hesum bólkinum uttan broytingar í smáspælsbólkinum. Báðir bólkar mentu evnini hjá vøddunum at brenna feitt, at stýra jónsamansetingini í vøddakyknuni og evnini hjá vøddunum at beina burtur fríar radikalar (antioxidativan kapasitet).

“Kanningin hjá okkum vísir, at uppraðfesting av intensari einstaklingavenjing er munadygg og økir munandi um kropsligu avrikini og um vøddaevnisskiftið hjá úrvalsfótbóltsleikarum”, sigur Magni Mohr. “Hetta undirbyggir eisini aðrar av okkara kanningum á hesum økinum og vísir týðuligt, at tey eyðkenni, sum eru í altjóða fótbólti í dag, har kropsliga venjingin verður meira rættað til einstaklingin og har høgur intensitetur er lyklaorðið, er rætta gongdin fram”, sigur Magni Mohr, sum m.a. hevur arbeitt við hesum venjingarhættunum í stórfeløgum sum Juventus og Chelsea.

Í 2014 gav Magni Mohr út bókina “Individual Training in Football” altjóða, sum í dag verður nýtt í venjarútbúgvingum runt um í heiminum. Bókin lýsir í stóran mun tær venjingar, sum Magni Mohr leggi til rættis til stjørnuleikarar sum Zinedine Zidane, Pavel Nedved, Alesandro Del Piero. Didier Drogba og Frank Lampard, og nú eru vísindaliga prógv komin, sum stuðla undir venjingarháttin.

Greinin kann frítt lesast her 

Mynd: Zinedine Zidane/Youtube