Skriva út
Lagt út: 12.08.2010

Vegleðing í sambandi við umsóknir um stuðul

Freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum er 1. september kl 12. Í sambandi við umsóknarfreistina merkja vit á skrivstovuni stóran áhuga frá fólki sum antin ætla sær at søkja ella sum umhugsa at søkja.

Vit svara fegin fyrispurningum, bæði umvegis telefon á nr. 567800 og meyl á
gransking@gransking.fo. Eisini eru fólk vælkomin inn á gólvið hjá okkum í Vágsbotni, inngongd beint til vinstru fyri Kaffihúsið. Best er at avtalað tíð frammanundan.

Nógv er at hugsa um og minnast til í sambandi við umsóknirnar.Fyri at lætta um umsóknararbeiðið, hava vit gjørt ein minnislista, sum kann brúkast at eftirkanna umsóknina við.
Hann kann takast niður her.

Vit mæla øllum til at lesa vegleiðingarnar væl, áðrenn umsóknarblaðið verður fylt út og annars lata umsóknina inn, soleiðis sum tað er ásett í lýsingini:

Umsóknarblaðið við fylgiskjølum skal sendast í telduposti til
gransking@gransking.fo í eini (1) samlaðari PDF-fílu. Gevið gætur: Vit skulu ikki hava umsóknir við vanligum posti..

Umsóknarblaðið (s. 4) skal undirskrivast av umsøkjara (Ph.D.studenti, verkætlanarleiðara) og ábyrgdarhava (stovnsleiðara/stjóra). Gevið gætur: Hendan síðan skal skannast, allar hinar skulu konverterast frá tekstviðgerð, rokniarki e.l.

Tað ber til at nýta ókeypis forritið
PDF Hammer til at samla fleiri PDF skjøl í eina PDF fílu. Fílan má ikki fylla meira enn 12 MB. Um tilfar er, sum fyllir meira, kann slóð leggjast til hetta á alnetinum.