Skriva út
Lagt út: 07.07.2017

Vandi er fyri mótstøðuførum bakterium á ferðini

Alt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar móti antibiotika. Vandi er millum annað fyri at fáa lungnabruna og blóðeitran. Í summum londum stendur verri til enn aðra staðni. Fleiri av teimum londum, sum føroyingar ferðast til eru millum teirra, har talið av mótstøðuførum bakterium er støðugt vaksandi. Tað er neyðugt at verða ansin við reinføri allastaðni fyri at verja teg móti smittu.  

Á forskning.fo siga tey frá støðuni í Noregi í dag, vísa á vandaøki og geva góð ráð til teirra, sum fara uttanlands at ferðast í summar.

"Vaksa hendur, vaksinera teg og nýt hýt og sárreins, um tørvur er á tí," sigur Dag Berild professari á Universitetinum í Oslo.
Um mat ljóða ráðini: "Kóka tað, flys tað ella gloym tað"

Les alla greinina á Forskning.no

Í Føroyum verður eisini granskað í mótstøðuførum bakterium. 

Marita Debes Magnussen arbeiðr við ph.d.-verkætlan um evnið og Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, arbeiðir eisini við hesum. Sí slóð til greinar um evnið. 

 

Mynd: Matmarknaður í Thailandi - tilvildarliga vald frá Bigstockfoto